Knýtir turkiskan ES-limaskap og svenskan Nato-limaskap saman

Knýtir turkiskan ES-limaskap og svenskan Nato-limaskap saman
Fyrst skal leiðin hjá Turkalandi inn í ES avgreiðast, sigur turkiski forsetin
Turkiski forsetin, Recep Tayyip Erdogan.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
10.07.2023 - 13:16

Svenski limaskapurin í hernaðarsamgonguni NATO skal setast í samband við turkiska limaskapin í ES.

Tað sigur turkiski forsetin, Recep Tayyip Erdogan, í dag.

Sambært AFP heldur Erdogan ikki, at Turkaland kann taka svenskan limaskap í NATO fram um turkiska limaskapin í ES.

- Fyrst skal leiðin hjá Turkalandi inn í ES avgreiðast, síðani kunnu vit fara í holt við svenskan limaskap í NATO, segði Erdogan í dag á tíðindafundi, sum var hildin á Atatürk-flogvøllinum í Isanbul, áðrenn hann fór til Vilnius í Litava, har Nato hevur toppfund í morgin og mikudagin

31 lond vera við á toppfundinum í Vilnius.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Leygardag 26. apríl
Vikan 26. apríl 2025
191088
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949