- Tíðindi, mentan og ítróttur
389 søktu - 283 fingu lestrarpláss
283 av teimum tilsamans 389 umsøkjarunum í ár hava fingið tilboð um lestrarpláss á Fróðskaparsetrinum.
Í fjør fingu 285 lestrarpláss.
Í ár hava 237 fingið tilboð um bachelorútbúgving, 45 um masterútbúgving og ein um hjánám.
Býtið sæst her:
Bachelor |
Umsóknir |
Bjóðað pláss |
Sjúkrarøktarfrøði, summar |
44 |
26 |
Sjúkrarøktarfrøði, vetur |
55 |
25 |
Føroyskt |
4 |
5 |
Fólkaskúlalærari |
52 |
35 |
Námsfrøðingur |
46 |
35 |
KT-verkfrøði |
18 |
14 |
Verkfrøði |
10 |
10 |
Diplom í webmenning |
5 |
3 |
Søga |
5 |
7 |
Stjórnmálafrøði |
8 |
14 |
Samfelagsvísindi |
9 |
14 |
Búskaparfrøði og virkisfrøði |
16 |
19 |
Løgfrøði |
58 |
21 |
Listaligt arbeiði |
10 |
9 |
Bachelor tilsamans |
340 |
237 |
Hjánám |
||
Føroyskt |
1 |
1 |
Hjánám tilsamans |
1 |
1 |
Master |
||
Søga |
3 |
3 |
Samfelagsvísindi og stjórnmálafrøði |
9 |
8 |
Løgfrøði |
3 |
3 |
Føroyskt |
2 |
2 |
Leiðsla og skipan |
15 |
13 |
Dátuvísindi |
16 |
16 |
Master tilsamans |
48 |
45 |
Tilsamans |
389 |
283 |
Lestrarskrivstovan hevur eisini gjørt upp, hvat lægsta miðaltal var, sum fekk boðið lestrarpláss í kvotu 1.
Tølini vísa m.a., at hóast Setrið nú bjóðar sjúkrarøktarfrøði út tvær ferðir árliga, so er lægsta miðaltalið vaksið 0,9 (úr 7,2 upp í 8,1) frá í fjør.
Lægsta miðaltal í kvotu 1, sum fekk bjóðað lestrarpláss |
|||||
|
2023 |
2022 |
2021 |
2020 |
2019 |
Fólkaskúlalærari |
7,0 |
6,5 |
7,6 |
8,3 |
5,8 |
Námsfrøði |
5,1 |
5,7 |
6,3 |
7,0 |
6,0 |
Sjúkrarøktarfrøði |
8,1 |
7,2 |
7,7 |
8,2 |
7,8 |
Lestrarskrivstovan á Setrinum boðar frá, at lýst verður við møguligum tøkum lestrarplássum frá 7. august.