Nú búgva 54.500 fólk í Føroyum

Nú búgva 54.500 fólk í Føroyum
Seinasta árið eru komin 591 fólk aftrat. Vøksturin er 1,1 prosent
Danskir ríkisborgarar blivu ikki fleiri í Føroyum seinasta árið, skrivar Hagstovan. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
10.07.2023 - 09:20

1.juni búðu 54.500 fólk í Føroyum.

Seinasta árið eru komin 591 fólk aftrat. Vøksturin er 1,1 prosent.

Men hetta eru ikki føroyingar.

Danskir ríkisborgarar blivu ikki fleiri í Føroyum seinasta árið, skrivar Hagstovan.

Fólk, sum hava annan ríkisborgaraskap, eru vorðin rættiliga nógv í Føroyum seinastu fimm árini.

Fólkavøksturin seinasta árið kemur av burðaravlopi, sum er 180 fólk, og nettoflyting, sum er 411 fólk.  

Samanborið við undanfarna tíðarskeið, er nettoflytingin minkað, og burðaravlopið er vaksið. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Leygardag 18. januar
Morgunlestur leygardagur 18. januar 2025
186264
Nýggjastu sendingar í SV