Flogvanlukka í Íslandi kravdi trý mannalív

Flogvanlukka í Íslandi kravdi trý mannalív
Cessna-flogfarið datt niður á eysturlandinum, og tað var funnið um átta tíðina í gjárkvøldið
Tað var eitt flogfar av hesum slagnum, Cessna 172, sum datt niður í Íslandi í gjár. (Savnsmynd)
 
10.07.2023 - 09:04

Ein flogvanlukka í Íslandi í gjár kravdi trý mannalív.

Vanlukkan hendi á eysturlandinum.

Øll trý, sum vóru við flogfarinum, lótu lív. Tey vóru flogskipari og tvey ferðafólk.

Eini neyðboð vórðu móttikin frá flogfarinum beint eftir klokkan fimm í gjár, og flogfarið var funnið um átta tíðina.

Talan var um eitt lítið Cessna-flogfar, sum tekur seks fólk.

Løgreglan í Íslandi kannar málið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Leygardag 26. apríl
Vikan 26. apríl 2025
191088
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949