9.200 sivilfólk deyð í krígnum í Ukraina

9.200 sivilfólk deyð í krígnum í Ukraina
Av teimum deyðu eru 535 børn. Harðast raktu økini eru Donetsk, Kharkiv, Kyiv, Kherson og Luhansk
Henda myndin er íbúðarbygninginum í Lviv í Ukraina, sum russiskar rakettir raktu fyrr í vikuni. Í minsta lagi fýra fólk doyðu og 32 vóru særd.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
07.07.2023 - 15:44

Síðani russisku innrásina í Ukraina 24. februar í 2022 og til 30. juni í ár hava 9.177 sivilfólk í Ukraina latið lív av krígsávum, og 16.000 sivilfólk eru løstað í krígnum. Av teimum deyðu eru 535 børn.

Tað sigur ST-flóttafólkastovnurin UNHCR.

Tølini fevna um tey, sum eru staðfest deyð av krígsávum, men veruliga talið er helst nógv størri, sigur UNHCR.

Harðast raktu økini eru Donetsk, Kharkiv, Kyiv, Kherson og Luhansk.

Og av teimum deyðu sivilfólkunum eru 61 prosent menn og 39 prosent kvinnur, sigur UNHCR.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Leygardag 26. apríl
Vikan 26. apríl 2025
191088
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949