Dómurin fer ikki at ávirka Systembolaget

Dómurin fer ikki at ávirka Systembolaget
Professari í handilsrætti væntar ikki, at sviar fara at keypa meira gjøgnum Winefinder og minni í einkarsøluni
Jørgen Hettne, professari, heldur, at að framvegis er lættari at keypa gjøgnum Systembolaget. (Savnsmynd)
 
07.07.2023 - 15:32

Dómurin í svenska hægstarætti um, at danska Winefinder framvegis kann selja vín til svenskar brúkarar, fer ikki at ávirka svensku einkarsøluna, Systembolaget.

Jørgen Hettne, professari í handilsrætti við lærda háskúlan í Lund, sigur við svenska kringvarpið SVT, at dómurin er eingin hóttan móti Systembolaget. Hann sigur, at hetta slagið av virksemi hevur gingið fyri seg leingi, og at tað hevur ikki elvt til stórvegis høvuðbrýggj á politiskum stigi.

Jørgen Hettne roknar heldur ikki við, at dómurin fer at hava við sær, at sviar fara at keypa upp aftur meira gjøgnum Winefinder og harvið minni gjøgnum Systembolaget.

Hann vísir á, at tað framvegis er lættari at keypa gjøgnum Systembolaget, og at ein heldur ikki sparir pengar við at keypa hjá Winefinder, tí tað er framvegis sama avgjald á rúsdrekka, sum verður lagt oman á prísin.

Jørgen Hettne sigur við SVT, at grundin til, at Systembolaget av fyrstan tíð stevndi Winefinder, eftir hansara tykki, var fyri at fáa roynt, hvar markið gongur millum privatan innflutning og vanligan handil.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Leygardag 26. apríl
Vikan 26. apríl 2025
191088
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949