Winefinder kann selja vín uttan um svensku einkarsøluna

Winefinder kann selja vín uttan um svensku einkarsøluna
Fyritøkan Vivino er eisini í einum líknandi rættarmáli, og vónirnar eru góðar, sigur Heini Zachariassen, sum sigur í Vivino
Hægstirættur í Svøríki hevur gjørt av, at Winefinder kann selja vín uttan um svensku einkarsøluna. (Savnsmynd: Ritzau Scanpix)
 
07.07.2023 - 14:32

Danska fyritøkan, Winefinder, hevur júst vunnið eitt sakarmál í svenska hægstarætti móti Systembolaget, sum er svenska rúsdrekkasølan.

Dómurin gevur Winefinder heimild at selja svium vín uttan um Systembolaget, sum annars hevur einkrætt at selja rúsdrekka í Svøríki.

Ein onnur fyritøka, Vivino, sum føroyingurin, Heini Zachariassen eigur í, er í einum líknandi rættarmáli við Systembolaget. 

 

Heini Zachariassen eigur í Vivino. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Endaligur dómur er ikki sagdur í tí málinum enn, men tað verður mett, at Winefinder hevði eina verri søk, enn Vivino hevur, og Winefinder vann.

Tí hevur Vivino eisini góðar vónir at vinna í hægstarætti.

Systembolaget hevur eitt krav móti Vivino, sigur Heini Zachariassen:

 

07072023_Heini_Zachariassen

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
Morgunlestur leygardagur 8.februar 2025
186656
Fríggjadag 7. februar
Vikuskiftið 7 februar 2025
187506
Fríggjadag 7. februar
Brot úr Føroya søgu
187467
Fríggjadag 7. februar
Breddin: Grønland
187466
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342