Eurovision verður í Malmø næsta ár

Eurovision verður í Malmø næsta ár
Hetta verður sjeyndu ferð, at Svøríki verður vertur fyri Eurovision-sangkappingini, og triðju ferð, at finalan verður í Malmø. 
Svøríki vann Eurovision-sangkappingina í Liverpool í ár, og nú er greitt, at sangkappingin verður í Malmø í mai næsta ár.
 
07.07.2023 - 14:21

Eurovision-sangkappingin í 2024 verður hildin í Malmø. Hálvfinalurnar verða 7. og 9. mai, og finalan verður 11. mai 2024.

Sambært fyrireikarunum lógu tríggir aðrir býir eisini framvið at skipa fyri sangkappingini, - Stokkhólmur, Gøteborg og Ørnskjøldsvik.

Hetta verður sjeyndu ferð, at Svøríki verður vertur fyri Eurovision-sangkappingini, og triðju ferð, at finalan verður í Malmø. 

Hinar ferðirnar vóru í 1992 og 2013. 

Gøteborg var vertur í 1985. 

Í 1975, 2000 og 2016 varð sungið og spælt í Stokkhólmi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Leygardag 26. apríl
Vikan 26. apríl 2025
191088
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949