Hitin setti aftur met

Hitin setti aftur met
Miðalhitin í gjár var 17,23 stig, vísa útrokningar hjá University of Maine í USA.
Hitin á jørðini hevur aftur sett met - fjórðu ferð hesa vikuna (Savnsmynd: Ritzau Scanpix)
 
07.07.2023 - 14:00

Aftur í gjár setti hitin á jørðini met.

Miðalhitin í gjár var 17,23 stig, vísa útrokningar hjá University of Maine í USA.

Hetta er mesti miðalhiti, sum higartil er mátaður.

Hini heimsmetini vóru sett týsdagin og mikudagin, tá miðalhitin var mátaður til 17,18 stig. Eisini mánadagin setti hitin met.

Frammanundan var mesti miðalhiti mátaður til 16,92 stig. Tað metið var sett í august í 2016.

University of Maine roknar hitan á jørðini við at brúka dátur frá fylgisveinum og simuleringsskipanum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Leygardag 26. apríl
Vikan 26. apríl 2025
191088
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949