ST-aðalskrivarin: Vit hava mist tamarhaldið á veðurlagsbroytingunum

ST-aðalskrivarin: Vit hava mist tamarhaldið á veðurlagsbroytingunum
Tríggir teir heitastu dagarnir, sum higartil eru mátaðir, vóru í hesi vikuni
António Guterres, ST-aðalskrivari.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
07.07.2023 - 09:05

- Vit hava mist tamarhaldið á veðurlagsbroytingunum.

Soleiðis sigur aðalskrivarin í ST, António Guterres, nú tríggir teir heitastu dagarnir, sum higartil eru mátaðir á jørðini, allir vóru mátaðir í vikuni.

Týsdagin var metið fyri miðalhitan tikið - metið varð sett dagin fyri - tá miðalhitin um allan heimin var roknaður at vera 17,18 stig.

Tað vísa útrokningar og dátur frá amerikanska stovninum, sum arbeiðir við forsøgnum um veðurlagið, NCEP.

- Hesi metini vísa, hvussu álvarsom støðan við veðurlagsbroytingunum er, sigur António Guterres við The Guardian.

 

Tríggjar ferðir hesa vikuna hevur óvanliga nógvur hiti mátaður. (Savnsmynd: Ritzau Scanpix)

 

Kós móti vanlukkuligari støðu

- Tamarhald fæst ikki á veðurlagsbroytingunum, og halda vit fram at útseta at seta neyðugu tiltøkini í verk, vænti eg, at vit hava kós ímóti einari vanlukkuligari støðu. Tað eru tey bæði hitametini við til at vísa okkum, sigur hann.  

Orsøkin til óvanliga hitan er sambært granskarum grundað á tvey viðurskifti:

Vakstrarhúsárin av veðurlagsbroytingum, sum stava frá nógvum CO2-útláti, og altjóða veðurfyribrigdið, El Niño.

Juni mánaður var 0,5 stig heitari enn vanligt, vísa tøl frá ES-veðurlagseftirlitistænastuni Copernicus.

Høvini vóru eisini heitari enn vanligt í juni, sigur Copernicus.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Leygardag 26. apríl
Vikan 26. apríl 2025
191088
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949