Svøríki og Turkaland viðgera Nato-limaskap

Svøríki og Turkaland viðgera Nato-limaskap
Turkaland sýtir framvegis fyri at góðkenna svensku umsóknina
Tobias Billstrøm er uttanríkisráðharri í Svøríki.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
06.07.2023 - 14:51

Aðalskrivarin í Nato, Jens Stoltenberg, er vertur, tá ið uttanríkisráðharrin í Svøríki og Turkalandi hittast í Brússel í dag.

Finski uttanríkisráðharrin verður eisini á fundinum.

Tíðin hjálpir ikki Svøríki í royndini at gerast limur í Nato á toppfundinum, sum verður í Vilnius í næstu viku.

Turkaland sýtir framvegis fyri at góðkenna svensku umsóknina.

Í dag hittast svenski uttanríkisráðharrin, Tobias Billstrøm, og turkiski uttanríkisráðharrin, Hakan Fidan, á Nato-høvuðsstøðini saman við Elinu Valtonen, uttanríkisráðharra í Finnlandi. 

 

Hakan Fidan er turkiskur uttanríkisráðharri. (Mynd AFP)

 

Finska umsóknin játtað

Finnland søkti saman við Svøríki um limaskap, eftir at Russland gjørdi innrás í Ukraina í fjør.

Finska umsóknin var játtað í apríl, men Svøríki bíðar framvegis eftir grønum ljósi.

Heldur ikki Ungarn hevur góðkent svensku umsóknina, men Turkaland er stóra forðingin í tilgongdini.

Turkaland hevur sett fleiri krøv til umsøkjaralondini, og vil hava fleiri fólk útflýggjað. 

Fleiri Nato-lond, eitt nú USA, leggja trýst á fyri at fáa svensku umsóknina góðkenda.

Samstundis er turkiski forsetin, Recep Tayyip Erdogan, í øðini um, at svenskir myndugleikar hava givið loyvi til at brenna eitt eintak av koranini uttan fyri eina mosku í Stokkhólmi í síðstu viku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Leygardag 26. apríl
Vikan 26. apríl 2025
191088
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949