Icelandair gjørt sáttmála við Airbus um 13 nýggj flogfør

Icelandair gjørt sáttmála við Airbus um 13 nýggj flogfør
Møguleiki er at keypa 12 flogfør aftrat, og tey fyrstu skulu vera klár í 2029
Bogi Nils Bogason, forstjóri í Icelandair, og umboð fyri Airbus, tá skrivað varð undir sáttmálan. (Mynd: Morgunblaðið)
 
06.07.2023 - 14:28

Icelandair og framleiðarin, Airbus, hava skrivað undir sáttmála um at keypa upp í 25 nýggj Airbus-flogfør.

Tað skrivar Morgunblaðið í dag.

Sambært sáttmálanum skal Icelandair keypa 13 flogfør av slagnum A321XLR, og hevur møguleika at keypa 12 aftrat. Fyrstu flogførini skulu vera klár í 2029.

 

Langtíðarleiga flogfør

Harumframt hevur Icelandair gjørt semju við felagið SMBC Aviation Capital um at langtíðarleiga fýra nýggj Airbus A321LR flogfør, sum verða klár seint í 2024, skrivar Morgunblaðið.

Icelandair boðar eisini frá í dag, at felagið í juni mánaði hevði meir enn eina hálva millión ferðafólk.

Samlaða talið av ferðafólkum á rutunum hjá Icelandair í juni var 519.000. Tað eru góð 20 prosent fleiri enn í juni í fjør, tá ferðafólkatalið var 431.000.

 

 

1,8 mió. ferðafólk

Fyrra hálvár í ár hevði Icelandair 1,8 milliónir ferðafólk, sum er 31 prosent meir enn fyrra hálvár í fjør.

Icelandair hevur fleiri rutur til Norðuramerika, og tær eru vælumtóktar.

Sambært felagnum vóru 90 prosent av setrunum til og úr Norðuramerika seld í juni, og tað er tað mesta, sum hevur verið í juni mánaði, sigur Icelandair sambært Morgunblaðnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Leygardag 26. apríl
Vikan 26. apríl 2025
191088
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949