Prigosjin er aftur í Russlandi

Prigosjin er aftur í Russlandi
Sambært hvítarussiska forsetanum er Jevgenij Prigosjin ein frælsur maður, og hann tosaði við Prigosjin í gjár
Jevgenij Progrosjin er nú í St. Pætursborg í Russlandi, sigur hvítarussiski forsetin, Lukasjenko.
 
06.07.2023 - 14:16

Leiðarin av Wagner-bólkinum, Jevgenij Prigosjin, er aftur í Russlandi.

Tað váttar hvítarussiski forsetin, Alexander Lukasjenko, sambært Reuters.

Prigosjin kom til Hvítarusslands 27. juni, sum partur av eini avtalu, hann gjørdi við Lukasjenko og Vladimir Putin, eftir at hann og Wagner-herliðið fór úr Ukraina og setti kós móti Moskva.

 

Er í St. Pætursborg

Men Lukasjenko sigur í dag, at Prigosjin ikki longur er í Hvítarusslandi, men í St. Pætursborg.

Alexander Lukasjenko hevur boðið Wagner-herliðunum at gera eina støð í Hvítarusslandi, og tað tilboðið stendur við, sigur hann.

Sambært Lukasjenko er Jevgenij Prigosjin ein frælsur maður, og hann hevði tosað við hann í telefon í gjár.

Vladimir Putin segði eftir avtaluna, sum var gjørd, at Prigosjin var ein frælsur maður, og at Wagner-hermenninir kundu velja, um teir vildu fara heim, gerast partur av russiska herinum, ella fara við Prigosjin til Hvítarusslands.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Leygardag 26. apríl
Vikan 26. apríl 2025
191088
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949