Kina avlýst fund við ES

Kina avlýst fund við ES
Enn er ógreitt, hví fundurin er avlýstur
Josep Borrell er uttanríkisleiðari í ES.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
06.07.2023 - 11:41

Kina hevur avlýst fundin við uttanríkisleiðaran í ES.

Josep Borrell skuldi eftir ætlan vitja í Kina í næstu viku, har hann skuldi hitta kinesiska uttanríkisráðharran, Qin Gang.

Enn er ógreitt, hví fundurin er avlýstur.

ES og Kina eru ósamd um fleiri øki, m.a. handil, mannarættindi og kríggið í Ukraina.

Talskvinnan í ES, Nabila Massrali, sigur í fráboðan, at tað eru kinesisku myndugleikarnir, sum skulu grundgeva fyri, at fundurin er avlýstur.

Í apríl mánaði avlýsti Borrell vitjan sína til Kina, eftir at hann hevði fingið staðfest koronu.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Leygardag 26. apríl
Vikan 26. apríl 2025
191088
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949