Norwegian hevur keypt Widerøe

Norwegian hevur keypt Widerøe
Keypsprísurin er umleið eina milliard norskar krónur, ella 643 milliónir krónur í okkara peningi
Widerøe hevur flogið millum Bergen og Vágar síðani september 2021.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen (savnsmynd)  
 
06.07.2023 - 08:35

Flogfelagið Norwegian hevur keypt flogfelagið Widerøe.

Tað skrivar norska kringvarpið, NRK.

Sambært fráboðan til norska keypsskálan í morgun, er felagið keypt fyri meira enn eina milliard norskar krónur, - tað svarar til góðar 643 milliónir krónur.

- Hetta er ein varði í norskari flogferðslusøgu, sigur stjórin í Norwegian, Geir Karlsen.

Bæði flogfeløgin halda fram undir sínum vørumerki, og starvsfólkini halda fram við sínum lønaravtalum.

 

Norwegian hevur keypt flogfelagið Widerøe.

 

Hava flogið í 90 ár

Widerøe hevur í skjótt 90 ár havt rutuflúgving í Noregi og eisini uttanlands. uttanlands, Felagið hevur umleið 50 flogfør.

Widerøe flýgur m.a. millum Bergen og Vágar, og brúkar á hesi farleiðini Dash 8 Q400 flogfør, sum taka 76 ferðafólk.

Flúgvingin byrjaði í september 2021. Tá var flogið eina ferð um vikuna. 

Nú verður flogið fimm dagar um vikuna, allar dagar uttan hósdag og leygardag. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Leygardag 26. apríl
Vikan 26. apríl 2025
191088
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949