- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sámuel beinrakin fyri Oyggjaleikir
Føroyski landsliðsskjúttin Sámuel Petersen er væl fyri, nú Oyggjaleikirnir nærkast.
Hann vann gull í U21-bólkinum í compound í norðurlendsku ungdómsmeistarakappingini í bogaskjóting um vikuskiftið, skrivar Bogaskjótisamband Føroya.
20 ára gamli compound-skjúttin vann gull í einstaklingakappingini í U21-bólkinum og silvur í liðkappingini.
Góða úrslitið hjá Sámuel ber boð um, at hann hevur ment seg nógv sum bogaskjútti seinasta árið. Hann var nevniliga eisini við á NUM í Kemi í Finnlandi í fjør summar, og tá bleiv hann nummar fýra í einstaklingakappingini í compound í bólkinum 18-20 ár og vann bronsu í liðkappingini á einum blandaðum norðurlendskum liði.
At formurin hjá Sámuel er so góður, ger tað ikki minni hugaligt hjá føroyska landsliðnum í bogaskjóting, sum seinni í vikuni fer til Guernsey at kappast á Oyggjaleikunum.