Ísrael: Stór mótmæli móti broytingum í rættarskipanini

Ísrael: Stór mótmæli móti broytingum í rættarskipanini
Fleiri mótmælisfólk vóru í samanbrestum við løgregluna, og í minsta lagi 37 eru handtikin fyri brot á politiviðtøkurnar
Mótmælisfólkini bóru ísraelsk fløgg, tá tey mótmæltu í Ben Gurion-floghavnini.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
04.07.2023 - 14:27

Fleiri túsund mótmælisfólk stongdu í gjárkvøldið størsta flogvøllin í Ísrael, Ben Gurion, sum mótmæli móti umstríddu nýskipanunum í rættarskipanini.

Mótmælisfólkini bóru ísraelsk fløgg.

Tey forðaðu ferðsluni til og frá flogvøllinum, og mótmæltu eisini inni í komuhøllini. 

Nøkur flogfør vóru seinkað av tiltøkunum.  

Fleiri mótmælisfólk vóru í samanbrestum við løgregluna, og í minsta lagi 37 eru handtikin fyri brot á politiviðtøkurnar.

 

(Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Politikarar yvir dómsvaldinum

- Vit eru ímóti einaræði. Vit eru ímóti reglunum, sum ónda stjórnin hjá Netanyahu ætlar at seta í verk, segði Rami Matan, mótmælisfólk, við AP-tíðindastovuna.

Netanyahu og ultranationalistisku og ultraortodoksu stjórnarsamgonguflokkarnir hjá honum arbeiða víðari við ætlanunum um at seta í gildi umstríddu broytingarnar í ísraelsku rættarskipanini, eftir at royndin at gera neyðsemju við andstøðuna miseydnaðist.

Ætlaðu broytingarnar í rættarskipanini fara at styrkja valdið hjá politikarum yvir dómsvaldinum.

Fleiri mótmælisgongur hava seinastu mánaðirnar verið í Ísrael móti nýskipanini, men eisini úti í heimi eru atfinningar móti ætlanunum.

Í mótmælisgonguni á Ben Gurion-flogvøllinum í gjárkvøldið var m.a. fyrrverandi forsætisráðharrin, Ehud Olmert, við.

 

(Mynd: Ritzau Scanpix)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949