Sunak: Orknoyggjar sleppa ikki at loysa

Sunak: Orknoyggjar sleppa ikki at loysa
Tingið í Orknoyggjum viðger málið í dag. men bretski forsætisráðharrin sigur nei
Rishi Sunak er forsætisráðharri í Bretlandi.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
04.07.2023 - 10:07

Tað kemur ikki upp á tal, at Orknoyggjar gerast ein partur av Noregi.

Tað segði eitt talsfólk hjá bretska forsætisráðharranum Rishi Sunak seinnapartin í gjár.

- Vit eru sterkari sum eitt sameint kongsríki, og vit hava ongar ætlanir um at broyta tað", segði talsfólkið hjá Rishi Sunak.

Politikarar í Orknoyggjum hava seinastu tíðina víst stóra ónøgd við bretsku stjórnina, eitt nú tí ferjurnar, sum røkja sambandið millum oyggjarnar, eru gamlar og niðurslitnar.

 

Tættari samband við Norðurlond

Ein av teimum ónøgdu er leiðarin í økisráðnum i Orknoyggjum, James Stockan, sum hevur heitt á lokalu myndugleikarnar um at kanna møguleikarnar fyri størri sjálvstýri. 

Tingið i Orknoyggjum skal umrøða spurningin í dag.

Ein av nevndu møguleikunum hevur verið at loysa frá Bretlandi og í staðin taka upp tættari samstarv við Norðurlond,  serliga Noreg.

Tað hevur fingið skotskar miðlar at tosa um eitt møguligt "Orkxit".

Men við boðunum frá bretska forsætisráðharranum verður neyvan nakað "Orkxit" á hesum sinni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
Morgunlestur leygardagur 8.februar 2025
186656
Fríggjadag 7. februar
Vikuskiftið 7 februar 2025
187506
Fríggjadag 7. februar
Brot úr Føroya søgu
187467
Fríggjadag 7. februar
Breddin: Grønland
187466
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342