Eitt ár síðani skotini í Field's

Eitt ár síðani skotini í Field's
Trý fólk lótu lív av skotunum, og sjey vóru særd
Á middegi var tøgn í ein minutt í Field´s at minnast tey, sum lótu lív av skotunum í handilsmiðstøðini fyri einum ári síðani.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
03.07.2023 - 15:32

Í dag, 3. juli, er eitt ár liðið, síðani ein maður skeyt frá hond í sølumiðstøðini Field's í Keypmannahavn.

Trý fólk lótu lív av skotunum, og sjey vóru særd.

Síðan er komið fram, at maðurin, sum í dag er 23 ár, fýra mánaðir undan tilburðinum í Field's, hevði fingið ávísing til sálarliga hjálp, men at eingin hjá kommununi hevði sett seg í samband við hann aftur.

Rættarmálið móti manninum byrjaði 12. juni í býrættinum í Keypmannahavn, og tað endar í ovurmorgin, 5. juli, tá dómur verður sagdur í málinum. 

Undir rættarmálinum er staðfest, at maðurin er sinnissjúkur, og ákæruvaldið fer eftir at fáa mannin dømdan inn á eina serliga psykiatriska deild.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949