Fyrsta venjing á tyrlupalli eydnaðist væl

Fyrsta venjing á tyrlupalli eydnaðist væl
Í venjingini skuldi tyrlan seta seg í Froðba, men eldur kom í hana, og nógv fólk fngu skaða
Endamálið við venjingini var at royna samskiftið og samstarvið partanna millum, og finna møguligar veikleikar og bøta um teir. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
03.07.2023 - 14:59

Sum heild eydnaðist fyrsta venjingin á tyrlupalli í Føroyum væl.

Men nakrir vansar vóru hjá átakseindunum.

Avtalað er, at umboð fyri átakseindirnar, sum eru Atlantic Airways, Tyrludeildin, politiið, Sjúkrahúsverkið, Tvøroyrar sløkkilið og Landsverk, fara til sítt bakland og greiða frá niðurstøðum í eygleiðarafrágreiðingunum.

Venjingin var á tyrlupallinum í Froðba 23. mars.

 

Eldur í

Í venjingini skuldi tyrlan seta seg í Froðba, men eldur kom í tyrluna. 

Við vóru tveir flogskiparar og átta ferðafólk. Nógv fólk fingu skaða.

Endamálið við venjingini var at royna samskiftið og samstarvið partanna millum, og finna møguligar veikleikar og bøta um teir.

Tað er alneyðugt, at allir tilbúgvingarpartar brúka somu samskiftisútgerð, stendur í eftirmetingini.

Kima, samskiftisútgerðin hjá Føroya Tele, er eitt stórt framstig, men enn er brúk fyri justeringum á útgerðini, er ein niðurstøða.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. mars
Doktor Sophus (3:3)
189274
Sunnudag 16. mars
Doktor Sophus (2:3)
189272
Sunnudag 16. mars
Doktor Sophus (1:3)
189271
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301
Sunnudag 16. mars
Hondbóltur: Niðurlond - Føroyar
189292
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238
Fríggjadag 14. mars
Veðrið
189226

Annað frá KVF