Handverksmeistarar kunna um løggilding

Handverksmeistarar kunna um løggilding
Føroya Handverksmeistarafelag hevur gjørt uppskot, um hvussu løggilding fyri handverksmeistarar kann skipast
Hóast flestu verkætlanir eydnast væl, eru dømi um fólk, sum koma illa fyri av miseydnaðum byggiverkætlanum, sigur Vinnuhúsið.
 
03.07.2023 - 09:41

Føroya Handverksmeistarafelag bjóðar til limafund um løggilding fyri handverksmeistarar mikudagin. 

Føroya Handverksmeistarafelag sigur seg fegnast um ætlanirnar hjá andsstýrismanninum í vinnumálum, Høgna Hoydal, um at seta í verk skipan við løggilding fyri handverksmeistarar. Felagið hevur leingið hevur eftirlýst eina slíka skipan, skrivar Vinnuhúsið á sínari heimasíðu.

Í dag eru eingi krøv til tann, sum ger handverksarbeiði fyri onnur. El-fakið er kortini undantikið.

Hóast flestu verkætlanir eydnast væl, eru dømi um fólk, sum koma illa fyri av miseydnaðum byggiverkætlanum, sigur Vinnuhúsið.

 

Hava gjørt uppskot

Føroya Handverksmeistarafelag hevur gjørt uppskot, um hvussu løggilding fyri handverksmeistarar kann skipast.

Hetta uppskotið er grundað á, at løggilding krevst fyri at standa fyri byggiverkætlan ella parti av henni. Fyri at gerast løggildur handverksmeistari, eigur viðkomandi at hava sveinabræv, royndir á økinum og lokið meistaraútbúgving.

Á limafundinum mikudagin verður kunnað um uppskotið hjá Føroya Handverksmeistarafelag og um meistaraútbúgving.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Nýggjastu sendingar í SV