700 fólk handtikin í Fraklandi

700 fólk handtikin í Fraklandi
Hóast nógvar handtøkur, so var friðarligt í Fraklandi í nátt, samanborið við undanfarnar nætur
Nógv løgreglufólk vóru á gøtuni í nátt
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
02.07.2023 - 10:10

Tað hevur verið meira friðaligt í Fraklandi í nátt í mun til tær seinastu fýra næturnar, har ógvusligur ófriður fylgdi í kjalarvørrinum av, at ein løgreglumaður skjeyt ein seytjan ára gamlan drong í einum forstaði til Paris.

Nógv løgreglufólk vóru á gøtunum. 700 fólk vóru handtikin, og hóast tað kann ljóða nógv, so er tað munandi færri í mun til undanfarnu næturnar. 

Ringast var í Marseilles, Nice og Strasbourg og í Brest var eldur settur á eina bilasølu. Í einum forstaði til Paris, rendi ein bilur inn í húsini hjá borgarstjóranum, og tvingaði konuna og børnini at flýggja.

Royndir vóru gjørdar á sosialu miðlunum at savna fólk á Champs-Elysees í Paris, men løgreglan var væl fyrireikað og handtók fleiri fólk á staðnum, so ófriður ongantíð brast á.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949