Eingin fartelefon í skúlastovuni

Eingin fartelefon í skúlastovuni
Skipanin riggar væl, sigur leiðarin á Frískúlanum á Velbastað
Frískúlin á Velbastað hevur í mong ár havt forboð fyri fartelefonum í skúlastovuni. (Savnsmynd)
 
30.06.2023 - 17:59

Eins og her heima, verður í hesum døgum tosað nógv um ávirkanina av fartelefonum í skúlunum aðrastaðni.

Sum er, stendur tað í flestu førum til skúlarnar sjálvar at gera av, um næmingarnir sleppa at taka telefonirnar við sær inn í skúlastovurnar.

Summir privatskúlar í grannalondunum ganga á odda við telefonforboðum, og frá august, tá skúlarnir byrja aftur, verða tær ikki at finna inni í nógvum skúlastovum.

 

Agnieszka Lach Johannesen er leiðari á Frískúlanum á Velbastað. (Mynd: Frískúlin)

 

Ein av føroysku frískúlunum - tann á Velbastað, har næmingar frá fyrsta til og við sætta flokk kunnu ganga - hevur í mong ár havt forboð fyri fartelefonum í skúlastovunum. 

Agnieszka Lach Johannesen, sum er leiðari á Frískúlanum, sigur at skipanin riggar væl.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

30062023_Fritidarskuli_og_fartelefon

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Nýggjastu sendingar í SV