Jens Stoltenberg heldur væntandi fram sum aðalskrivari

Jens Stoltenberg heldur væntandi fram sum aðalskrivari
Tey 31 limalondini í NATO eru samd um at heita á Stoltenberg um at halda fram
Limalondini vilja hava Jens Stoltenberg at halda fram sum aðalskrivara í NATO.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
30.06.2023 - 10:37

Nógv bendir á, at Jens Stoltenberg heldur fram sum NATO-aðalskrivari.

Sambært AP-tíðindastovuni eru ábendingar um, at tey 31 limalondini í NATO eru samd um at heita á Jens Stoltenberg, um at halda fram sum aðalskrivari.

AP hevur tíðindini frá einum amerikanskum embætismanni, sum skal hava kunnleika til avgerðina. Sambært embætismanninum er avgerðin ikki formliga tikin enn, men hann sigur, at Stoltenberg helst fer at verða spurdur rættiliga skjótt, kanska longu í hesi vikuni.

Fyrr hava tíðindi gingið um, at danski forsætisráðharrin, Mette Fredriksen, skuldi vera nýggjur aðalskrivari í NATO, men hetta tykist ikki longur vera á borðinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946