Verður stjóri í Globe Tracker

Verður stjóri í Globe Tracker
Joel undir Leitinum tekur við stjórastarvinum eftir Rich Meyers, sum fer aftur í starvið sum rakstrarstjóri í felagnum
Joel undir Leitinum verður nýggjur stjóri í Global Tracker.
 
29.06.2023 - 14:03

Globe Tracker hevur sett Joel undir Leitinum sum stjóra.

Hann tekur við eftir Rich Meyers, sum hevur verið stjóri síðsta hálva annað árið. Rich fer aftur í sítt fyrrverandi starv sum rakstrarstjóri í felagnum.

Joel undir Leitinum hevur verið partur av nevndini hjá Globe Tracker í fýra ár, seinastu tvey árini sum formaður.

48 fólk starvast 48 í Globe Tracker, harav 18 í Føroyum.

Globe Tracker hevur høvuðsskrivstovur í Havn og í Sarasota í Florida, umframt smærri skrivstovur í Reykjavík, Rotterdam, Hamburg, Singapore og Peru. Útgerðin verður framleidd á verksmiðjum í Danmark og í Kina.

Joel undir Leitinum hevur verið stjóri í Posta síðani 2011, men gevst har 1. juli.

Hoyr samrøðu, sum John Johannessen gjørdi við Joel undir Leitinum í útvarpstíðindunum: 

 

29062023_Joel_undir_Leitinum

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Nýggjastu sendingar í SV