Á Breddanum: Málburður hjá politikarum og læstar dyr í IOC

Á Breddanum: Málburður hjá politikarum og læstar dyr í IOC
Tosað verður við stjórnmálafrøðing, um hvussu politiska skipanin kann mynda samfelagið. Og vit spyrja forsetan í ÍSF, hvussu gongst at fáa limaskap í Olympisku nevndini
Málburður hjá politikarum ávirkar okkum, tá vit skulu gera okkum politiskar meiningar. Evnið verður viðgjørt í Breddanum fyrrapartin. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
29.06.2023 - 09:26

Førleikin hjá tær at gera eina meining ávirkast av, hvussu politikarar tosa við hvønn annan.

Vit tosa við stjórnmálafrøðing, um hvussu kjakið í politisku skipanini kann mynda samfelagið.

Meðan U21-landsliðið leggur heimin fyri sínar føtur, er hurðin til lovaða landið - Olympisku leikirnar - latin aftur.

U18-landsliðið sleppur ikki at vera við í einari undirkapping í olympiskum høpi. Ein kapping, sum ÍSF í 2019 fegnaðist um at kunna luttaka í, og kallaði tað eitt risa framstig móti limaskapi í Olympisku nevndini.

Hvat hendi við hesum framstigi? Tann spurningin seta við forsetanum í ÍSF. 

Breddin í útvarpinum klokkan 10.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Nýggjastu sendingar í SV