Vinnarin kunngjørdur fyri ólavsøku

Vinnarin kunngjørdur fyri ólavsøku
Seks tilboð eru komin um at standa fyri søluni av landsins partabrøvum í Smyril Line
Fíggjarmálaráðið væntar, sambært fíggjarlógini, at fáa 79 milliónir krónur fyri partabrøvini í Smyril Line.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
29.06.2023 - 08:30

Stutt fyri ólavsøku verður greitt, hvør skal standa fyri at selja partabrøvini, sum landið eigur í Smyril Line. 

Í útboðnum stendur, at vinnarin verður kunngjørdur 22. juni. Men tað var hann ikki. 

Hann verður ikki kunngjørdur fyrr enn stutt fyri ólavsøku, verður upplýst av Løgmansskrivstovuni.

Talan er um landsins partabrøv í Smyril Line.

 

Seks tilboð

Løgmansskrivstovan bað 16. mai tey, sum høvdu áhuga í at standa fyri søluni, um at koma við tilboði í seinasta lagi 14. juni. Seks tilboð komu.

Landið eigur 16,2 prosent í Smyril Line. Fíggjarmálaráðið væntar, sambært fíggjarlógini, at fáa 79 milliónir krónur fyri partabrøvini. Tann, sum fær arbeiðið, skal gera virðismeting, sølutilfar, skipa útboðið og fyrireika møguliga søluavtalu.

Í útbjóðingini stendur, at loysnin skal vera tann búskaparliga og fakliga skynsamasta í einari møguligari sølu. 

Tá ið freistin var farin at spyrja um útboðið, vóru eingir spurningar komnir.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Nýggjastu sendingar í SV