- Tíðindi, mentan og ítróttur
Steðgur í sáttmálasamráðingunum
Steðgur í sáttmálasamráðingunum
Sjúkrarøktarfrøðingarnir og Lønardeildin taka samráðingarnar uppaftur eftir summarfrítíðina
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
28.06.2023 - 13:17
Samráðingarnar millum sjúkrarøktarfrøðingarnar og Lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum eru fyribils steðgaðar.
Partarnir vóru á fundi í gjár og samdust um at bíða við samráðingunum til eftir summarfrítíðina.
Óluva í Gong, forkvinna í felagnum Føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar, sigur í stuttari viðmerking, at tað er torført at savna saman nevndina um summarið, tí tey eru í fulltíðarstarvi, og summarferiutíð er.
Jan Mortensen, stjóri á Lønardeildini, váttar, at samráðingar eru útsettar, og at tær verða tiknar uppaftur eftir summarfrítíðina.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
TEMAPLÁTAN: Welcome to the Pleasuredome, Frankie Goes To Hollywood, 1984
186486
Nýggjastu sendingar í SV