Politisk ósemja í Íslandi um at útseta hvalaveiðu

Politisk ósemja í Íslandi um at útseta hvalaveiðu
Sjálfstæðisflokkurin og Framsóknarflokkurin í stjórnini vilja hava, at avgerðin verður endurskoðað
Hvalaveiðan í Íslandi er útsett til 31. august, men Sjálfstæðisflokkurin og Framsóknarflokkurin í stjórnini vilja hava avgerðina endurskoðaða. (Savnsmynd)
 
28.06.2023 - 08:50

Ósemja er í íslendsku stjórnini um avgerðina hjá matvøruráðharranum at útseta hvalaveiðuna, sum skuldi byrja 21.juni, til 31.august, skrivar Morgunblaðið.

Sjálfstæðisflokkurin og Framsóknarflokkurin halda ikki avgerðina vera rætta. Hon skal endurskoðast, halda teir.

Men Katrín Jak­obs­dótt­ir, forsætismálaráðharri, tekur undir við floksfelaga sínum, sum er matvøruráðharrin.

Svandís Svavarsdóttir og Katrín Jakobdóttir eru í sama flokki, teimum vinstru-grønu.

Ráðharrarnir hjá Sjálfstæðisflokkinum og Framsóknarflokkinum siga, at avgerðin um útsetingina skuldi verið løgd fyri altingið.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949