Putin: Wagner-bólkurin fingið 6,8 millardir

Putin: Wagner-bólkurin fingið 6,8 millardir
Leiðarin í Wagner-bólkinum, Jevgenij Prigozjin, er nú komin til Hvítarusslands
Russiski forsetin, Vladimir Putin, leiðarin í Wagner-herinum, Jevgeny Prigozhin. Nú sigur Putin, at Russland hevur fíggjað Wagner-herin við fleiri milliardum krónum.
 
27.06.2023 - 15:25

Hernaðarligi Wagner-bólkurin fekk 86 milliardir rublar frá russiska ríkinum, frá mai í fjør til mai í ár.

Tað svarar til 6,8 milliardir kr. í okkara peningi.

Tað upplýsti Vladimir Putin, forseti, í eini røðu fyri russiskum hervyirmonnum, sum var send á einari videoupptøku.

Putin segði eisini, at leiðarin í Wagner-bólkinum, Jevgenij Prigozjin, hevur forvunnið milliardir av rublum.

Nú fara russisku myndugleikarnir at kanna, hvussu peningurin, sum Wagner-herurin og  Prigozjin hava fingið, er brúktur.

Putin leggur samstundis dent á, at hevði uppreisturin leygardagin eydnast, høvdu fíggindar Russlands gjørt sær dælt av støðuni.

 

Wagner-hermenn í russiska býnum Rostov leygardagin, tá boð komu um, at teir skuldu gevast við uppreistrinum móti Russlandi. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Prigozjin komin til Hvítarusslands

Forsetin í Hvítarusslandi,  Alexander Lukasjenko, upplýsti í dag, at Wagner-leiðarin, Jevgenij Prigozjin, er komin til Hvítarusslands.

Eftir at Wagner-herurin gavst við uppreistrinum móti Russland leygardagin, ljóðaði, at Prigozjin kundi flyta til Hvítarusslands,og samstundis sleppa undan russiskum ákærum.

Wagner-leiðarin hevur ikki verið at sæð alment síðani uppreisturin helt uppat. Tá sást hann í einum bili, sum fór úr russiska býnum Rostov.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949