Valdið hjá Putin er viknað

Valdið hjá Putin er viknað
Rósa Heinesen, master í altjóða viðurskiftum, sigur, at valdið hjá russiska forsetanum hvílir meira á persónar enn stovnar. Tað er ein smeitur at missa stuðul frá Prigosjin
Vladimir Putin, forseti í Russlandi.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
27.06.2023 - 11:03

Valdsstøðan hjá russiska forsetanum er viknað eftir tað, sum hendi um vikuskiftið, tá Jevgenij Prigosjin tók sínar Wagner-herdeildir inn í Russland og hótti við at fara allan vegin til Moskva.

Tað sigur Rósa Heinesen, master í altjóða viðurskiftum.

Hon vísir á, at valdið hjá Vladimir Putin í størri mun hvílir á persónar enn á stovnar, sum vit kenna tað á okkara leiðum. Tí er tað ein smeitur at missa stuðulin frá Jevgenij Prigosjin.

Hoyr samrøðu við Rósu Heinesen:

 

27062023_Rosa_Heinesen

 

Rósa Heinesen er master í altjóða viðurskiftum. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949