Løgreglan skal gera fleiri kanningar í máli um Bakkafrost

Løgreglan skal gera fleiri kanningar í máli um Bakkafrost
Málið byrjaði á heysti 2021
Heilsufrøðiliga starvsstovan heldur, at Bakkafrost skal fáa 67 mió. kr. í sekt fyri lógarbrot. (Savnsmynd)
 
27.06.2023 - 12:00

Tað verður ikki hesumegin summarfrítíðina, at ákæruvaldið avgreiðir málið um sektina hjá Bakkafrosti.

Málið er nú farið aftur til løgregluna, tí fleiri kanningar skulu gerast.

Ætlanin var annars hjá ákæruvaldinum at avgreiða málið fyri hálvan juli.

Heilsufrøðiliga starvsstovan heldur, at Bakkafrost skal fáa 67 mió. kr. í sekt fyri lógarbrot.

Og hon avgjørdi at senda fútanum málið til støðutakan.

Málið byrjaði á heysti 2021.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Nýggjastu sendingar í SV