Á Breddanum: Høgni Hoydal broytti meining og uppreistur móti Kreml

Á Breddanum: Høgni Hoydal broytti meining og uppreistur móti Kreml
Tvey evni eru í sendingini fyrrapartin
Hergongan hjá Wagner-bólkinum kom ongantíð til Moskva, og nú verður spurt, hvat næsti leikur hjá Putin, forseta, verður.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
27.06.2023 - 09:05

Hví fór lógaruppskotið um revsitiltøk móti Russlandi frá at vera diktatoriskt til at vera demokratiskt?

Tann spurningin viðgera vit í dag.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, verður gestur í útvarpsstovuni. 

Hvat hendi, tá Wagner-bólkurin um vikuskiftið vendi kanónunum móti Moskva. Og hvat verður næsti leikur hjá Putin?

Vit tosa við granskara á danska verjuakademinum, við sergrein í Wagner-bólkinum. 

Breddin í útvarpinum klokkan 10. Sendingin verður eisini stroymd á kvf.fo



 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Nýggjastu sendingar í SV