14 verkætlanir fáa miðlastuðul í ár

14 verkætlanir fáa miðlastuðul í ár
Tvær milliónir kr. eru settar av á fíggjarlógini til miðlastuðul í ár. 1,4 milliónir fara til verkætlanir, og 600.000 kr. eru markaðar til lønarútreiðslur
Miðlastuðul verður latin bæði til verkætlanir og rakstrarútreiðslur. (Savnsmynd)
 
26.06.2023 - 13:47

Miðlastuðulsnevndin hevur avgjørt at játta seks miðlum stuðul til 14 miðlaverkætlanir í ár.

Tilsamans komu 57 umsóknir.

Nevndin sigur, at umsóknirnar eru mettar út frá journalistiskari dygd og samfelagsligum virði.

Bara miðlar, ið hava ein ábyrgdarhavandi redaktør, og sum fevna um eitt breitt evnisøki og hava ein regluligan tíðindastreym, kunnu søkja um miðlastuðul.

Miðlastuðulsnevndin hevur ítøkiliga lagt dent á trý parametur í viðgerðini: Innihald/hugskot, kostnað og útbúgving/royndir hjá viðkomandi journalisti ella toymi. Grundað á hesi viðurskifti og endamálið við miðlastuðulslógini annars, hevur nevndin gjørt eina heildarmeting av øllum innkomnu umsóknunum.

 

Fáa helvtina fyrst

Mannagongdin er tann, at helvtin av upphæddini, sum er játtað, verður útgoldin í sambandi við játtanina, meðan hin helvtin verður rindað, tá ið framleiðslan er liðug.

Tvær milliónir krónur eru settar av á fíggjarlógini fyri 2023. 70 prosent av hesum, t.e. kr. 1,4 milliónir kr., eru markaðar til verkætlanir.

600.000 kr. eru markaðar til skjalprógvaðar lønarútreiðslur fyri undanfarna roknskaparár.

Freistin fyri at søkja miðlastuðul til rakstur er 22. august.

 

Hesar verkætlanir hava fingið stuðul í 2023:

Sosialurin

Vitjan á smáplássum

200.000,00

Sosialurin

Ummæli av bókmentum v.m.

103.000,00

Sosialurin

Oyggjaleikir 2023

70.200,00

Sosialurin

Hvussu hava barnafamiljurnar tað í Føroyum

79.200,00

Portal.fo

Føroyar á grønum vegamóti

115.000,00

Sosialurin

Flóttafólk

66.000,00

Sp/f 01.01.14

Poddvarp um virðisøking

89.761,54

Sp/f 01.01.14

Føroysk framleiðsla

48.000,00

Eysturoyarportalurin

Politiska sannføringin í Eysturoy

130.000,00

Dimmalætting

Hvørja pensjón skal eg velja

50.000,00

Dimmalætting

Michel

150.000,00

Sosialurin

Ung og miðlar

71.500,00

Sosialurin

Berlin

77.000,00

Blue Faroe Islands

Kvinnur í Sjóvinnuni

150.000,00

Tilsamans

 

1.399.661,54

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. oktober
Dreymsótt 1.partur
182201
Hósdag 17. oktober
Breddin: Aktivisma
182184
Mikudag 16. oktober
Skratsj 16. oktobur 2024
182166
Mikudag 16. oktober
Góðan morgun Føroyar
182136
Mikudag 16. oktober
LEITISSTEIN 15.10.2024
182135
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. oktober
Sært tú fuglin? II (2:2)
182194
Týsdag 15. oktober
Veðrið - teknmálstulkað
182120
Týsdag 15. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
182119
Týsdag 15. oktober
Veðrið
182112
Týsdag 15. oktober
Fletta í Kongsstovu
182110