Hvítarussland kann vera støð fyri álopum á Ukraina

Hvítarussland kann vera støð fyri álopum á Ukraina
Fyrrverandi bretskur verjumálaráðharri heldur tað vera sannlíkt, at Russland fer at brúka Wagner-herin at gera eina roynd aftrat at taka Kyiv
Hildið verður, at Wagner-herurin telur um 25.000 mans. Her rigga Wagner-hermenn av í Rostov og fara aftur til støðir sínar, eftir at boð komu um at steðga hergonguni til Moskva.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
26.06.2023 - 09:21

Fyrrverandi bretski verjumálráðharrin, Richard Dannatt, óttast fyri, at leiguhermenn íWagner-bólkinum fara at brúka Hvítarussland sum støð fyri nýggjum álopum á Ukraina.

- At Jevgeny Prigozhin fer til Hvítarusslands, gevur orsøk til stúran, sigur fyrrverandi bretski verjumálaráðharin við Sky News.

Mett verður, at Wagner-bólkurin hevur umleið 25.000 hermenn, og teir hava havt týðandi leiklut hjá Russlandi at taka landøki frá Ukraina.

- Varðveitir Prigozhin stríðsmegina, verður hann aftur hóttan móti ukrainsku deildunum, sum eru næst Kyiv, sigur Dannatt.

Tað var har, innrásin í Ukraina byrjaði 24. februar í fjør, vísir hann á.

Dannatt heldur, at sannlíkt er, at Russland fer at brúka Wagner-bólkin til at gera enn eina roynd at taka Kyiv, skrivar NTB.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949