Wagner bólkurin tikið seg aftur

Wagner bólkurin tikið seg aftur
Wagner bólkurin hevur gjørt eina avtalu við Kreml seint í gjárkvøldið
Mynd: Yevgeny Prigozhin, Wagner herurin
 
25.06.2023 - 11:44

Leiðarin av privatu hernaðardeildini Wagner, Prigozhin, hevur gjørt eina avtalu við Kreml seint í gjárkvøldið, sum gevur honum friðskjól í Hvítarusslandi og upploysir Wagnar bólkin.

Forsetin í Hvítarusslandi, Aleksander Lukashenko, var millummaður í samráðingunum, skrivar Reuters.

Avtalan inniber, sambært altjóða miðlum, at tað ikki fær rættarligar avleiðingar fyri teir, sum vendu sær ímóti Kreml. Restin av Wagner bólkinum, teir sum ikki vóru við í uppreistrinum, verða partur av russiska herinum. 

Prigozhin sjálvur sigur, at hann hevur gjørt avtaluna fyri at spara tey lív, sum ein samanbrestur hevði kostað, men fleiri viðmerkjarar halda, at hann hevði vónað, at russiski herðurin fór at venda sær ímóti Putin. Tá tað ikki hendi, hevði hann eitt í at velja, og tað er at gera eina avtalu við Putin.

Sambært fleiri viðmerkjarum, sum dr.dk hevur tosað við, skal hann tó ikki kenna seg alt ov tryggan í Hvítarusslandi. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949