- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ástaðarfundur í Hoydølum
Tórshavnar Kommuna hevur søkt um at broyta byggisamtyktina fyri ein part av Hoydølum.
Í tí sambandi var ástaðarfundur mikudagin við lokalu friðingarnevdnini.
Tað váttar formaðurin í nevndini Kristjan Martin Joensen.
Umframt friðingarnevndina í suðurstreymoy vóru umboð frá Tórshavnar kommununu og Umhvørvisstovuna til staðar.
Byggisamtyktin skal broytast í sambandi við at kommunan yvirtekur ein part av økinum í Hoydølum har studentarskúlin liggur, og ein part av matriklinum har barakkin, sum húsar barnagarði í dag, liggur.
Av tí at talan partvíst er um serstaka byggisamtykt við náttúrufriðaðum øki skal friðingarnevndin viðgera um byggisamtyktin kann broytast til D3 - tað vil siga at tað skal vera møguligt at byggja hølir til skúla og skrivstovur.
Hetta er økið sum í dag er D1 - tað vil siga einans kann brúkast til træðir og fríøki.
Eisini skógfriðingarnevndin og náttúrfriðingarnevndin skulu viðgera umsóknina.
Avgerðin kann kærast til yvirfriðingarnevndina. Málið verður síðani beint í Býarskipanarnevnd Landsins.
Ein servituttur - tað er ein tinglýst áseting um hvussu økið kann brúkast - ásetur at partar av økinum sum kommunan hevur yvirtikið hoyra til frílendisætlan sum Umhvørvisstovan og Tórshavnar Kommuna hava gjørt.
Handilin er treytaður av at servitutturin ikki verður gjørdur galdandi, og at byggisamtyktin kann broytast, sum kommunan ætlar.
Um umsóknin at broyta byggisamtyktina verður gingin á møti, verður søkt um at ummatrikulera økið. Tórshavnar Kommuna kann við ætlaðu ummatrikuleringini ikki byggja meiri á økinum, men hægri á til dømis fimleikarahøllinia upplýsir kommunan.
Sambært treytaða skeytinum fekk kommunan nýtslurætt til økið tann 14. juni, hetta hóast avtalan ikki er endalig.