Breti býr á Rokkinum

Breti býr á Rokkinum
Bretski ævintýrarin, Chris Cameron, hevur nú í tríggjar vikur hildið til á Rokkinum, sum er góðar 189 fjórðingar vestur úr Hebridunum.
Rokkurin, sum á enskum eitur Rockall, liggur góðar 189 fjórðingar vestur úr Hebridunum
Mynd: Aaron Wheeler/RockallDoc.com  
 
24.06.2023 - 17:26

Ætlan hansara er at seta nýtt met fyri, hvussu leingi nakað fólk kann vera verðandi á Rokkinum, ið er 23 metrar høgur og 27 metrar breiður.

Metið er 45 dagar, og eingin hevur megnað at betrað tað síðstu 10 árini, skrivar bretska avísin, The Guardian.

30 ára gamli bretin býr í einum serligum tjaldi á eini smalari rók ovarlaga á Rokkinum, sum eisini er kendur sum Rockall.

Cameron ætlar sær at verða verandi á Rokkinum í ein mánað afturat, og málið hjá honum er at seta nýtt met við 60 døgum.

Bretland, Føroyar, Írland og Ísland vilja øll vera við, at tey eiga havøkið við Rokkin.

Fleiri føroyingar hava millum ár og dag verið uppi á Rokkinum, men eingin teirra hevur tó gist har ella roynt at sett nakað met.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949