Lønir í almennum partafeløgum bæði lækkaðu og hækkaðu í fjør

Lønir í almennum partafeløgum bæði lækkaðu og hækkaðu í fjør
Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, heldur, at tað er umráðandi við samsýningarpolitikki, so nevndirnar hava ein leist at leggja seg eftir, tá ið tær geva bonus.
Lønin hjá stjóranum í Posta lækkaði 300.000 kr. í fjør.
 
23.06.2023 - 12:21

Stjóralønin í almennum partafeløgunum er ymisk. Í fleiri førum er var lønin minni í fjør enn í 2021.

Í útvarpstíðindunum mánakvøldið hoyrdu vit, at lønin hjá stjóranum í Posta var lækkað 300.000 krónur, úr 1,7 milliónum niður í 1,4 milliónir frá 2021 til 2022.

Hetta var tí, at lønin er knýtt at bonusskipan, segði Joen Magnus Rasmussen, nevndarformaður í Posta.

 

Stjórin í Føroya Tele fór eisini niður í løn í fjør.

 

Eisini aðrar lønir

Lønin hjá stjóranum í Posta er tó ikki einasta stjóralønin í almennum partafelag, sum er lækkað. 

Eitt nú fekk stjórin í Vága floghavn í fjør tilsamans 52.340 krónur minni í løn enn í 2021. Hann fær nú eina millión um árið.

Eisini stjórin í Føroya Tele fór niður í løn í fjør. Hann fær nú tilsamans tvær milliónir og 138.000 krónur árið, sum eru 138.000 krónur minni enn í 2021.

Hetta er eisini orsakað av bonusskipan, sigur nevndarformaðurin í Føroya Tele, Bjarni Arnason, í telduposti til Kringvarpið.  

 

Lønin hjá stjóranum í Vága floghavn lækkaði góðar 52.000 kr. í fjør.

 

Lønin í Atlantsflogi hækkaði

Tað eru tó ikki allar stjóralønir í almennum partafeløgum, sum lækka.

Í 2022 fekk stjórnin í Atlantic Airways 176.000 krónur meiri í løn enn árið fyri. Nevndarformaðurin í felagnum, Niels Mortensen, vil ikki nágreina, hvussu nógv tey fingu í part, men stjóri og fíggjarstjóri forvunnu tilsamans tvær milliónir og 762.000 krónur í 2022.

 

Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður.

 

Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum, sigur um lønirnar í almennum partafeløgum, at tað er umráðandi við einum samsýningarpolitikki, so nevndirnar hava ein leist at leggja seg eftir, tá ið tær geva bonus. 

Hoyr samrøðu við Bjarna Kárason Petersen í útvarpstíðindunum: 

 

23062023_Stjoralonir

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. januar
Morgunlestur mánadagur 20. januar 2025
186265
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Nýggjastu sendingar í SV