Á Breddanum: Politiskt orðaskifti um snarskipanina

Á Breddanum: Politiskt orðaskifti um snarskipanina
Spurnartekin verður sett við, um snarskipanin er haldfør í longdini
Hesi fýra fara at skifta orð um snarskipanina í Breddanum fyrrapartin.
 
23.06.2023 - 09:05

Snarskipanin var politiska loysnin til stóra trotið á arbeiðsmegi hjá vinnulívinum. 

Hálvtannað ár eftir, at skipanin bleiv sett í verk, verða spurnartekin sett við, um skipanin er haldfør í longdini, eftir fleiri søgur seinastu tíðina, sum vísa á vansar við henni. 

Fýra tingfólk koma í útvarpsstovuna at kjakast um snarskipanina.

Tey eru Liljan Weihe úr Tjóðveldi, Uni Holm Johannesen úr Javnaðarflokkinum, Árni Skaale úr Fólkaflokkinum, og Magnus Rasmussen úr Sambandsflokkinum. Hann var landsstýrismaður í vinnumálum, tá avtalan um snarskipanina var gjørd.

Breddin í útvarpinum klokkan 10. Sendingin verður eisini stroymd á kvf.fo


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. januar
Morgunlestur mánadagur 20. januar 2025
186265
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Nýggjastu sendingar í SV