Kommunan letur 4,5 milliónir til Koltursverkætlanina

Kommunan letur 4,5 milliónir til Koltursverkætlanina
Peningurin verður játtaður í trý ár
Koltur er í Tórshavnar kommunu.
 
22.06.2023 - 08:36

Tórshavnar býráð hevur einmælt samtykt at lata 4,5 mió. kr. til Koltursverkætlanina, hálvaaðru millión um árið næsta ár, í 2025 og 2026.

Tjóðsavnið vil, at kommunan letur líka nógv sum landið, tað eru níggju milliónir, til vatn, kloakk og betri atkomu frá bryggjuni niðan í bygdina, serliga fyri tey, sum eru illa gongd.

Í sambandi við ferðavinnupolitikkin hjá Tórshavnar kommunu var mett, hvussu nógv tað fór at kosta at dagføra vatn og kloakk. Metingin segði tvær milliónir krónur.

Rúm er í fíggjarkarminum í 2023 hjá Tórshavnar kommunu fyri at lata eina millión til Koltursætlanina. Tað hevur býráðið eisini samtykt.

Byggi- og projekteringararbeiðið í Koltri er mett at kosta 67 mió.kr. og tekur trý ár.

Koltur er í Tórshavnar kommunu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Nýggjastu sendingar í SV