Heilbrigdi ætlar at byggja nýggjan bygning

Heilbrigdi ætlar at byggja nýggjan bygning
Heilsutrygd krevur, at hølisviðurskiftini á viðgerðarstovninum á Velbastað verða dagførd
Heilbrigdi søkti í mars um grundøki til nýggjan bygning á Velbastað, og nú verða samráðingar millum kommununa, Búnaðarstovan og festaran um lendi.
 
22.06.2023 - 08:28

Býráðið í Havn hevur samtykt at fara undir samráðingar við Búnaðarstovuna og festaran um lendi til Heilbrigdi at byggja á.

Talan er um matrikulnummar 52 á Velbastað, tað er økið, har tunnilsfelagið lempar grót frá Sandoyartunlinum, vestan fyri vegin. 

Heilbrigdi søkti í mars um grundøki til nýggjan bygning á Velbastað.

Góðkennandi stovnurin, sum er Heilsutrygd, krevur, at hølisviðurskiftini hjá Heilbrigd verða dagførd.

Alt bendir á, at besta loysnin er at selja verandi bygning og byggja nýtt, sigur Heilbrigdi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Nýggjastu sendingar í SV