- Tíðindi, mentan og ítróttur
Á Breddanum: Kreppa í heimaflotanum og Landsstýrismálanevndin
Heimaflotin er í kreppu.
Tað er dapri boðskapurin frá trimum feløgum, sum umboða flotan. Kjarnin í trupulleikanum, at tey bert kunnu fiska undir Føroyum, og fiskiskapurin hevur verið vánaligur leingi. Umboð fyri politisku flokkarnir koma á gátt at kjakast um framtíðina hjá heimaflotanum.
Hava løgmaður og Høgni Hoydal villleitt løgtingið?
Meðan løgtingið er farið í summarfrí, er Landsstýrismálanevndin farin til verka. Andstøðan vil hava nevndina at kanna, um løgmaður og landsstýrismaðurin í uttanríkismálum hava villleitt løgtingið í sambandi við revsitiltøk móti Russlandi. Vit biðja advokat meta um útsagnirnar.
Breddin í útvarpinum klokkan 10. Sendingin verður eisini stroymd á heimasíðuni.