- Tíðindi, mentan og ítróttur
149 fólk úr Ukraina fingið uppihaldsloyvi
Higartil hava 149 flóttafólk úr Ukraina fingið uppihaldsloyvi í Føroyum.
Haraftrat eru trý fólk, sum hava fingið loyvið at koma til Føroya, tí tey hava ættarfólk, sum hava fingið uppihaldsloyvi her, tað, sum vanliga verður rópt familjusamanføring.
11 umsóknir um uppihaldsloyvi eru sýttar, upplýsir Útlendingastovan.
Sambært lógini um uppihaldsloyvi kunnu 200 flóttafólk úr Ukraina fáa uppihaldsloyvi í Føroyum.
Galdandi til 17. mars næsta ár
Nøkur teirra, sum fingu uppihaldsloyvi, eru farin av aftur landinum.
Uppihaldsloyvini eru galdandi til 17.mars næsta ár.
Men tey kunnu leingjast til 17.mars í 2025.
Fyri at tað skal bera til, skulu samráðingar vera fyrst millum danska útlendingaráðharran og landsstýrið.