Boris Johnson villleiddi um veitslur í koronutíðini

Boris Johnson villleiddi um veitslur í koronutíðini
Parlamentið hevur samtykt frágreiðingina um málið. Men tað fær onga avleiðing, tí Boris Johnson er givin í politikki
Boris Johnson, fyrrverandi forsætisráðharri í Bretlandi, gavst í parlamentinum fyrr í mánaðinum.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
20.06.2023 - 15:51

Ein stórur meiriluti í bretska parlamentinum hevur tikið undir við frágreiðingini, sum finst at fyrrverandi forsætisráðharranum, Boris Johnson, fyri at hava villleitt í málinum um veitslur, sum vóru hildnar í koronutíðini.

Orðaskiftið vardi í meira enn fimm tímar, og síðani var frágreiðingin samtykt í undirhúsinum við 354 atkvøðum fyri og sjey ímóti, skrivar Reuters. 

Orsøkin er gølan undir koronufarsóttini, tá ið Boris Johnson m.a. var skuldsettur fyri at hava brotið reglurnar og avmarkingarnar í sambandi við koronu, sum stjórnin sjálv hevði sett í gildi, og sum løgdu alt samfelagið lamið.

 

Skuldsettur fyri at hava logið

Johnson er eisini skuldsettur fyri at hava logið í undirhúsinum um hesi somu brot.

Atfinningarnar í sambandi við nógvu veitslurnar á forsætisráðharraskrivstovuni í Downing Street í koronutíðina, - ofta umrøddar sum 'partygate' - fingu nógvar politikarar at fara úr parlamentinum og øðrum størvum, tí teir høvdu vantandi álit á Johnson, sum tá var forsætisráðharri.

Johnson legði frá sær sum forsætisráðharri 7.juli í fjør, eftir at hava sitið í sessinum í nærum trý ár, men gjørdi greitt, at tað var ikki hann, sum vildi tað.

Nú er frágreiðingin løgd fram, og tað hevur við sær, at Boris Johnson ikki kann ikki vera í polikki í 90 dagar. Hetta fær tó onga ávirkan, tá hann gavst sum parlamentslimur fyrr í mánaðinum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
Morgunlestur leygardagur 8.februar 2025
186656
Fríggjadag 7. februar
Vikuskiftið 7 februar 2025
187506
Fríggjadag 7. februar
Brot úr Føroya søgu
187467
Fríggjadag 7. februar
Breddin: Grønland
187466
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342