- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ólavur avloysir Theodor Eli
Ólavur avloysir Theodor Eli
Ólavur Eysturdal verður virkandi sóknarprestur í Hoyvík og Kaldbak í fýra mánaðir
Mynd: Fólkakirkjan
20.06.2023 - 11:12
Á felags kirkjuráðsfundi í Suðurstreymoyar norðara prestagjaldi í gjár var Ólavur Eysturdal innstillaður til kallið sum virkandi sóknarprestur í Hoyvík og Kaldbak, nú sóknarpresturin Theodor Eli Dam Olsen fer í lestrarfarloyvi.
Tað skrivar folkakirkjan.fo.
Tíðarskeiðið er fýra mánaðir, frá august til november 2023.
Ætlanin er, at Ólavur Eysturdal verður skipaður í embætið sum virkandi sóknarprestur ein sunnudag fyri ólavsøku.
Ólavur Eysturdal hevur seinastu tíðina regluliga hildið gudstænastur í føroysku fólkakirkjuni. Hansara fyrsta kall sum virkandi sóknarprestur var á Fjóni.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
TEMAPLÁTAN: Welcome to the Pleasuredome, Frankie Goes To Hollywood, 1984
186486
Nýggjastu sendingar í SV