- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fara at stýra ferðsluni til Tjørnuvíkar góðveðursdagar
Nú fer býráðið í Sunda kommunu at kanna, hvussu til ber at stýra ferðsluni til Tjørnuvíkar góðveðursdagar.
Tí tað er slíkar dagar, at trupulleikar eru við ferðsluni.
Serliga slíkar dagar, sum grátt er sunnanfyri, og sólin skínur norðanfyri, millum annað í Tjørnuvík, fara fólk, sum búgva sunnanfyri, norðureftir.
Jógvan Kruse, borgarstjóri, sigur eftir fundin hjá fíggjarnevndini í gjár, at longu í dag verður kannað, um til ber at finna onkran, sum kann stýra ferðsluni góðveðursdagarnar, stúva bilar á p-plássinum og vísa bilum burtur.
Jógvan Kruse er borgarstjóri í Sunda kommunu.
Pláss til bilar og bussar
Pláss er gjørt til bilar og bussar sunnan fyri bygdina, so teir ikki fara inn í bygdina.
Á heimasíðuni hjá kommununi sæst, hvussu nógv pláss eru tøk har júst nú.
Bussurin, sum í fjør koyrdi ferðafólk aftur og fram, kemur neyvan aftur.
Hann er tann rakstrartungi parturin, sigur borgarstjórin.
Og bussurin var ikki nógv brúktur. Ókeypis var hjá fólki at brúka bussin.