- Tíðindi, mentan og ítróttur
Landsstýrið veit um støðuna hjá heimaflotanum

Heimaflotin er við sviðusoð, siga feløgini Garnaskip, Trolskip og Lemmatrolarar.
Feløgini siga, at støðan hjá heimaflotanum er nú so álvarslig, at verður ikki okkurt gjørt politiskt at útvega flotanum betri rættindi at fiska, so er stórur vandi fyri, at flotin fer fyri bakka.
Meðan aðrir skipabólkar, eitt nú uppsjóvarskip, verksmiðjutrolarar og línuskip hava fingið nýggj rættindi, og í stóran mun hava kunnað endurnýggjað flotan, so hevur heimaflotin verið við sviðusoð, tá ræður um nýggj rættindi, við tvørrandi fiskiskapi og harvið tungum rakstri sum avleiðing, siga feløgini.
Landstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Dennis Holm, sigur, at landsstýrið kennir til støðuna, og ætlar at gera okkurt við hana, men tað er ikki sum at siga tað, sigur hann.
Hoyr samrøðu við Dennis Holm í útvarpstíðindunum:
Sí meira um heimaflotan her.