Ætlar at gevast í heyst

Ætlar at gevast í heyst
Jens Stoltenberg sigur, at hann ætlar framvegis at leggja frá sær sum Nato-aðalskrivari
Jens Stoltenberg, Nato-aðalskrivari, hevði tíðindafund í Týsklandi í dag.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
19.06.2023 - 13:37

Jens Stoltenberg, Nato-aðalskrivari, var á tíðindafundi í Týsklandi í dag spurdur, um hann ætlar sær at halda fram sum aðalskrivari, tá longda skeiðið hjá honum er liðugt í heyst.

Hann svaraði sambært tíðindastovuni NTB, at hann framvegis hevur ætlanir um at leggja frá sær í heyst.

Tað hevur fleiri ferðir verið tosað um møguleikan hjá Stoltenberg um at halda fram sum Nato-aðalskrivari. Millum annað hevur amerikanski forsetin, Joe Biden, spurt Stoltenberg, um hann hevur hug at halda fram til apríl næsta ár.

Á tíðindafundinum í gjár segði Stoltenberg, at NATO skal hava fund í Vilnius í juli, og tá fæst meira at vita.

Sum er, hevur hann ætlanir um at leggja frá sær í heyst, og tað, sum er eftir av skeiðinum, fer hann at hugsavna seg um kríggið í Ukraina, sigur Jens Stoltenberg.

 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949