Heimaflotin vil hava fleiri rættindi á fjarleiðum

Heimaflotin vil hava fleiri rættindi á fjarleiðum
Meðan aðrir partar av flotanum hava fingið nýggj rættindi, er heimaflotin við sviðusoð, siga áhugafeløg hjá garnaskipum, trolskipum og lemmatrolarum
Ludvík við Stein er formaður í felagnum Lemmatrolarar.
 
19.06.2023 - 13:23

Støðan hjá heimaflotanum er nú so álvarslig, at verður ikki okkurt gjørt politiskt at útvega flotanum betri rættindi at fiska, so er stórur vandi fyri, at flotin fer fyri bakka.
 
Meðan aðrir skipabólkar, eitt nú uppsjóvarskip, verksmiðjutrolarar og línuskip hava fingið nýggj rættindi, og í stóran mun hava kunnað endurnýggjað flotan, so hevur heimaflotin verið við sviðusoð, tá ræður um nýggj rættindi, við tvørrandi fiskiskapi og harvið tungum rakstri sum avleiðing. Tað vísa feløgini Garnaskip, Trolskip og Lemmatrolarar á í skrivi, sum er sent fjølmiðlunum.

 

Rankin er ein av lemmatrolarunum.

 

Ludvík við Stein er formaður í felagnum Lemmatrolarar:

 

19062023_Ludvik_vid_Stein_

 

Ludvík við Stein sigur, at loysnin upp á støðuna hjá heimaflotanum er, at hann fær fleiri rættindi á fjarleiðunum, og at uppsjóvarrættindini ikki vera skattað, sum lagt er upp til nú frá politiskari síðu. 

Tað hevur ikki eydnast at fáa eina viðmerking frá Dennisi Holm, landsstýrismanni í fiskivinnumálum, sum er staddur uttanlands.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. februar
Vikuskiftið 7 februar 2025
187506
Fríggjadag 7. februar
Brot úr Føroya søgu
187467
Fríggjadag 7. februar
Breddin: Grønland
187466
Fríggjadag 7. februar
Góðan morgun Føroyar
187465
Fríggjadag 7. februar
RagnarRokk:Steffen Kummerer um A Sonication
187395
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342